Rimmar jólakonsert í Salt

Bólka undir:
27. december 2020

Tvøroyrar Hornorkestur sum er partur av Kvøldskúlanum á Tvøroyri skipaði fyri eini rimmar jólakonsert í Salt. Orkestrið og konsertin var undir leiðslu av dirrigentinum Trónd H. Enni. Afturat hornorkestrinum var ein rúgva av gestasangarum og eisini framførdu hornblásarar solo sang og solo spæl. Eitt nú endaðu trummuspælarin í orkestrinum Dennis Lave og trombon spælarin Guðrun Sólja Jacobsen kvøldid vid at syngja og spæla “Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt”. Ein annar trombon spælari, Sólfríð Bech, framførdi eisini solo sang afturat sínum leikluti í orkestrinum. Tad er fantastiskt fyri Suðuroynna at hava fingid Salt. Ein so stórfingin mentanardepil sum savnar fólk úr allari oynni er ein gáva. Karmar sum kunnu savna øll fólk saman um listina.

Veganskt matskeið av á hesum sinni

Bólka undir:
27. december 2020

Her eru myndir frá jóladøgurðanum, har luttakarar gjørdy Butterdejspakkar við champignon og spinat, quinoa salat við reyðrótum og rósinkál, ovnbaka græskar við chili og appelsin og brúnasós við Blomkál. Omaná var chiagreytur við kompot og golden milk. Eisini høvdu luttakararnir tíð at spæla pakkaspæl - hettar var bara ein góður endi á eitt væleydnað skeið í veganskari matgerð í heystglottum. Undirvísari Paula Báralíð fer í barsil.