Føroyskt sum annaðmál fyri tilflytarar

Bólka undir: Tíðindi
7. oktober 2021
Væleydnað tiltak í Salt sunnudagin 12.september 2021. Gott og væl 60 tiflytarar búsitandi í suðuroynni vóru savnaðir saman til kunnandi tiltak um føroyskt sum annaðmál, sum eftir ætlan byrjar síðst í septembur, hetta er ein verkætlan, sum hevur verid arbeitt miðvíst ímóti, um at øll suðuroyggin stendur saman um eitt felags tilboð. Afturat…

Heystfagnaður

Bólka undir:
7. oktober 2021
Kvøldskúlin byrjaði spakuliga við einum heystglotta fríggjakvøldið 1.oktobur, har tað var prátað um stuttfluttan, føroyskan burðardyggan mat saman við Maud W. Hansen og Sunnivu Mortensen. Øll vóru vælkomin, tað var ókeypis og Café MorMor hevði opið. Kvøldið var hildið í tráð við árliga Heystmarknaðin, sum varð hildin í miðbýnum á Tvøroyri…

Jarðfrøðilig tíðarlinja sprottin burturúr góðum samstarvi

Bólka undir:
12. maj 2021
Leygardagin 24. apríl skipaðu Tvøroyrar kvøldskúli og Visit Suðuroy saman við Barbaru Biskopstø Hansen og Lis Mortensen frá Jarðfeingi fyri einum fyrilestri við útferð í Suðuroy. 12 fólk luttóku. Dagurin byrjaði við eini framløgu á skúlanum á Tvøroyri, har jarðfrøðiliga søga  Føroya við serligum atliti til Suðuroynna varð lýst. Tiltakið…

Fyrilestur og útferð við Jarðfeingi

Bólka undir:
13. april 2021
Fyrilestur og útferð við Jarðfeingi … Heiti: Útferð um eldgos og ístíðir í Suðuroy, leygardagin 24. apríl … Stað: Vit byrja á Tvøroyrar skúla og halda fram við bussi, har vit vitja áhugaverd jarðfrøðilig støð … Undirvísarar frá Jarðfeingi: Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, landafrøðingur … Skrá fyri dagin: Dagurin byrjar…

Tilmelding til prutlkoyrikort og talvfrálæru opnar í kvøld kl.20.00

Bólka undir:
22. januar 2021
Sum áður nevnt - opnar tilmeldingin til talvfrálæruna og prutl koyrikortiðí kvøld 22.januar kl.20.00. Hjálpið mær at fáa tíðindini runt. Hetta soleiðis at øll skulu hava kjans at melda seg, tí tað er "først til mølle" og ALTÍÐ ein kampur um plássini. Beinleiðis tilmelding er at finna undir "skeiðir" á heimasíðuni. 

Kvøldskúlin á Instagram

Bólka undir:
6. januar 2021
Ein leistur í visjón 2021 hjá kvøldskúlanum er at gera kvøld- og ungdómsskúlan á Tvøroyri meira sjónligan gjøgnum pallin á Instagram. Á Instagram profilinum #kvungskuli fer at bera til at síggja ymiskar myndir, sjónbond og beinleiðis upptøkur. Eisini ber til at hava beinleiðis samskifti. Á henda hátt kunnu vit eisini vera klár við eini sokallaðari…