Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli søkir eftir undirvísarum til kvøldskúlaárið 2026/2027
Vit leita eftir undirvísarum til ymisk kreativ, mentanarlig, málslig, heilsufremjandi og tøknifrøðilig skeið m.a.:
- Smíð
- Seyming – fyri børn, ung og vaksin
- List og kreativitet– fyri børn, ung og vaksin
- KT og Tøkni – t.d. Excel, KT-trygd, vitlíki og skeið til 65+
- Tilvirking – av ull, skinn o.a.
- Sjónleik – fyri børn
- Kórsang- fyri vaksin
- Hondarbeiði – fyri børn og ung
- Mál
Einans hugflogið setur mørk!
Karmar og treytir:
Skeiðini kunnu verða av ymiskari longd og skipast í samstarvi við kvøldskúlaleiðaran.
- Almenn frítíðarundirvísing: kr. 334/tíman
- Frítíðarvirksemi fyri børn: kr. 290/tíman
- Serstøk frítíðarundirvísing: kr. 401/tíman
- 12% frítíðarløn
Hevur hettar tín áhugað og vilt tú vita meira? Ring til kvøldskúlaleiðara Noomi Michelsen Dimon á +298 781128 ella skriva til okkum á teldupost kvungskuli@tvoroyri.fo.